Deyðir varðar - Hamferð

Deyðir varðar - Hamferð

Год
2019
Язык
`Islandiešu`
Длительность
400780

Zemāk ir dziesmas vārdi Deyðir varðar , izpildītājs - Hamferð ar tulkojumu

Dziesmas vārdi " Deyðir varðar "

Oriģinālteksts ar tulkojumu

Deyðir varðar

Hamferð

Køld er henda nýggja náttin

Eg svølgi døggsins beiska frost

Einki sæst

Og einki merkist

Gráa ljósið veitir onga troyst

Brátt sá eg teg ei

Og visti ei um tín veg

Brátt trein eg eitt fet av leið

Og mjørkin tók teg

Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru

Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Revsing fyri veikleika

Revsing fyri kaldan kærleika

Lønin fyri sjálvsøkin mál

Lønin fyri sár á eina vakra sál

Brátt sá eg teg ei

Og visti ei um tín veg

Brátt trein eg eitt fet av leið

Og mjørkin tók teg

Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru

Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Einsami tú

Hvar ert tú nú

Ert tú vilstur sum eg

Nátt fevnir meg

Men uttan teg

Fari eg ongan veg

Skelvandi undir gráum lofti

Regnið svalar sviðan

Slær tøgnina úr míni trúgv

Skolar burtur skomm frá eygum

Eftir bert at síggja

Hesar deyðu varðar

Tó dragi enn ond

Og eg skal aldri svíkja

Illveðurs kór

Og mjørka djór

Savnast um meg

Krógva tín veg

Einsami tú

Hvar ert tú nú

Ert tú vilstur sum eg

Nátt fevnir meg

Men uttan teg

Fari eg ongan veg

Vairāk nekā 2 miljoni dziesmu tekstu

Dziesmas dažādās valodās

Tulkojumu pakalpojumi

Augstas kvalitātes tulkojumi visās valodās

Ātrā meklēšana

Atrodiet nepieciešamos tekstus dažu sekunžu laikā